Tænari til Hotel Brandan
Barrtænari til Hotel Brandan
Ert tú smílandi, dámar at práta við fólk og at veita eina framúr tænastu? So er starvið sum tænari hjá okkum kanska akkurát nakað fyri teg!
Vit sóknast eftir tænara til veitslur og tiltøk á okkara livandi hotelli. Talan er um eitt parttíðarstarv við vikuskiftis- og kvøldvaktum, við byrjan skjótast gjørligt.
Vit bjóða
…tær inn í okkara livandi starvstað, har vit leggja dent á gott samanhald og eru klár at taka væl ímóti tær. Harumframt er talan um eitt starv, sum kann lagast til tín gerandisdag, og sum t.d. riggar væl við síðunar av lesnaðinum.
Vit vænta, at tú
• Ert fyrikomandi, álítandi og tænastusinnað/ur
• Dugir at práta við fólk og skapa gott lag
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• Dugir at handfara ferð og trýst við einum smíli
Starvssetan og umsóknarfreist
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðanfyri.
Meira fæst at vita um starvið, við at seta teg í samband við Absalon L. Jacobsen, F&B leiðara, á tel. 239290 ella við at senda ein teldupost til al@hotelbrandan.fo
Um Hotel Brandan
Hotel Brandan er okkara 4 stjørnaða superior hotell í Gundadali, ið miðjar ímóti at veita eina serstaka, grøna og føroyska tænastu. Hotel Brandan hevur 124 kømur, góðar fundar- og veitsluhentleikar og vælumtóktu matstovuna, Húsagarður. Vit stremba hvønn dag eftir at verja umhvørvið – og í septembur 2020, vórðu vit Green Key góðkend, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá gestavinnuni. Hotel Brandan er partur av Smyril Line samtakinum.