Jólaborð

Jólamatur til minni & størri jólaborð

Vit hava sett saman eina leskiliga jólamatskrá til okkara jólagestir. Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum á hotellinum, hava vit eina serliga matskrá við fýra rættum.

Borð á Húsagarði kann bíleggjast her á síðuni.

Jólaborðhald í egnum hølum verða bíløgd við at skriva til okkum á booking@hotelbrandan.fo ella á tlf. 309200

Jólamatskrá í egnum høli

⋅ Munnbiti – Krustadur við heitroyktum makreli
⋅ Forrættir – Fennikusaltaður laksur við urtasalati
⋅ Millumrættir – Paté en Croute
⋅ Høvuðsrættir – Langtíðarstokt dunnulær við káli og dunnusós
⋅ Dessert – Rís à la Brandan

3 rættir kr. 525 / 4 rættir kr. 625
Drekkaskrá fyri hvønn kr. 440.
Vælkomudrykkur, vín/øl/sodavatn afturvið matinum. Kaffi/te/avec omaná.

Afturatkeyp

  • Byrja kvøldið við okkara jólakokkteyli kr. 125
  • Brellbitar kr. 35
  • Jólasnapsur kr. 35
  • Náttarbiti kr. 95

* Hølisleiga er ikki íroknað. Allir prísir eru við mvg.

Jólamatur heim við

Skalt tú hava jólaveitslu heima, bjóða vit eisini jólamat heim við.

Matskráin

  • Heitroykt laksasalat við dild
  • Confiterað dunnulær við káli, dunnusós og lítlum eplum
  • Rís á la Brandan við Amarena kirsuberum

kr. 525 fyri hvønn

Minst 10 fólk. Um tit eru færri, vinaliga skrivið til okkum á booking@hotelbrandan.fo. Útkoyring í Havn kostar kr. 300.

Allir prísir eru við mvg.

Jól á Húsagarði

Vit hava sett saman eina leskiliga jólamatskrá til okkara jólagestir. Ynskja tit at hava jólaborðhald í egnum hølum á hotellinum, hava vit eina serliga matskrá við fýra rættum.

Jólamatur heim við jólaaftan

Í ár ber til at bíleggja jólamatin heim við. Vit klárgera og pakka matin so tað er nemt og ómakaleyst hjá tykkum at koyra í ovnin at hita upp aftur.

Matskráin

  • Dunnulær við hvítum og brúnkaðum eplum, heimagjørdum reyðkáli og dunnusós.
  • Rís á la Brandan við hvítari sjokuláta & Amarena Kirsuber.

kr. 279 fyri hvønn

Minst 4 fólk. Skal bíleggjast í seinasta lagi 22. desembur. Heintast skal í móttøkuni jólaaftan ímillum 10:00 og 14:00.

Hug at sova leingi?

Hevur tú hug at gista og sova leingi í sambandi við jólahaldið, hava vit eitt frálíkt tilboð.

✔ Sov leingi sunnudag, kekka út kl. 14

Um hølini

Meksiko eystur til 10 fólk
Meksiko vestur til 36 fólk
Húsagarður 120 fólk
Meksiko 72 fólk
Brúgvin 44 fólk