Tænaralærlingur til Hotel Brandan

Byrja tína yrkisleið sum tænaralærlingur á Hotel Brandan

Vit søkja eftir einum tænaralærlingi, ið brennur fyri at veita framúr góða tænastu og dámar væl at samskifta við fólk. Sum tænaralærlingur hjá okkum sleppur tú millum annað at royna teg innan matstovu-, veitslu- og ráðstevnuvirksemi. Vit bjóða tær eitt lærupláss við góðum og eldhugaðum starvsfeløgum, sum tryggja tær góða upplæring og nógvan lærdóm á starvsleiðini.

Vit bjóða

• Gott samanhald
• Læru um tænastu á høgum altjóða støði
• Dugnaligar starvsfelagar og eitt gott lærlingaumhvørvi
• Ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag
• Lærupláss á einum góðkendum GreenKey hotelli

Vit vænta, at tú
• Ert fyrikomandi, álítandi og tænastusinnað/ur
• Trívist í einum lívligum umhvørvi
• Hevur áhuga fyri tænastuvinnuni
• Sært tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði

Ynskiligt er, at tú hevur miðnámsprógv.

Starvssetan og umsóknarfreist

Freistin at søkja er 1. apríl 2026. Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi og søk umvegis frymilin niðanfyri.

Ynskir tú at vita meira um útbúgvingina, kanst tú lesa meira á heimasíðuni hjá Yrkisdepilin HER. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Absalon Lydersene á al@hotelbrandan.fo ella á tel. +298 239290.