Listarlig uppliving

Listamaðurin Edward Fuglø hevur listprýtt hotellið við sermerktari og litfagrari list

Ein vitjan á Hotel Brandan er ikki bara tænasta í serflokki – tað er eisini ein serlig listarlig uppliving.

Listamaðurin Edward Fuglø hevur listprýtt hotellið við sermerktari og litfagrari list, sum er ein grundleggjandi partur av heildarkonseptinum hjá Hotel Brandan.

Í móttøkuni er stóra listaverkið “Landmark”, sum er ein orkubumba av ljósi og litum við einari nýsprotnari summardá sum kjarni í málninginum. Rundan um fríska summargestin sveima føroysk djórahøvd og fjøll, sum marglittir loftsteinar í ringrás um eina gongustjørnu, ið heldur øllum saman í skapi, líkt einum føroyskum landkorti.

Landmark merkir varði, og tað er júst føroyskum varðum, sum øll kømurini á hotellinum eru uppkallað eftir. Øll 124 kømurini á Hotel Brandan eru navngivin eftir varðum í Føroyum.

Varðar eru eyðkendir í føroyska haganum. Lagaðir av smágróti hava teir verið kærkomnir vegvísarar hjá fleiri ættarliðum, og nógvar frásagnir eru um varðarnar, sum í mjørka ella kavaódn hava bjargað fólki, sum eru vilst av leið.

Uppi yvir songini í øllum kømurunum er sermerkti málningurin hjá Edwardi Fuglø avritaður, men myndin á tínum kamari vísir, hvar tú finnur júst tann varðan, sum títt kamar er uppkallað eftir. Tú fær vegleiðing, so tú kann finna duldar leiðir í gomlum gøtum og vitja júst títt lítla eydnustað í Føroyum.

brandan_1920x960
edvard-1920×960
landmark-1-1920×960
kamarshurd-1920x960jpg
vardi-1920×960
brandan_kamar2_1920x960