Morgunmatur

Morgunmatur við bestu góðsku

Á Hotel Brandan leggja vit nógva orku í at bjóða fyrsta floks morgunmat. Vit nýta umhvørvisvinarligar, stuttfluttar rávørur í tann mun tað ber til. Breyð og bollar eru heimabakaði í okkara egna køki, og leggja vit okkum eftir at minka um matoyðsl.

Øll eru vælkomin at keypa sær morgunmat á Hotel Brandan. Prísurin er 189,- fyri vaksin, børn 4-11 ár fyri 95,- og børn 0-3 ár eta ókeypis. Vinarliga bílegg áðrenn á tlf. 30 92 00.

Morgunmatur er frá kl. 07:00 til 10:00 mánadag – fríggjadag og frá kl. 07:00 til 10:30 leygardag – sunnudag.

Eisini ber til at bíleggja morgunmat inn á kamarið allar dagar í vikuni fyri eyka kostnað. Seðil at bíleggja eftir liggur á kamarsborðinum.

Brandan Bronsj

Á Hotel Brandan borðreiða við lekkrum bronsj hvønn leygardag og sunnudag frá kl. 08:00 til 13:00.

✔ Lekkur bakstur
✔ Flesk, bleyttkókaði egg, góðskuviðskeri & sponsk eggjakøka
✔ Frukt, terta, ostar & pylsur
✔ Bomm-buffét, kanelsniglar & vaflur
✔ Vistfrøðiligt kaffi, djús & smoothie og ymiskt annað, ið hoyrir til ein leskiligan bronsj

Hevur tú hug at fáa tær eitt glas av brúsandi víni ella mimosa, er hetta sjálvandi ein møguleiki.

Vaksin: kr. 249,- (Búgvandi gestir kr. 189,-)
Børn 4-11 ár: kr. 99,-
Børn 0-3 ár: Ókeypis

Bílegg borð her á síðuni ella ring til okkum á tlf. 309200.

PÁSKABRONSJ

Á páskum borðreiða vit við lekkrum páskabronsj 2. apríl til 6. apríl frá kl. 8:00 til 13:00.

Um tað viðrar, verður serligt undirhald til børnini, har tey sleppa at hugna sær við ballónum og hoppiborg.

Á sjálvtøkuborðinum er millum annað ymisk sløg av heimabakaðum breyði og bollum, góðskuviðskeri, røregg, roykt flesk, bleytkókaði egg, frukt, terta, ostar, pylsur, vistfrøðiligt kaffi, djús og mangt annað.

Omaná hava vit eitt stórt køkuborð við alskyns søtum til bæði stór og smá.

Vaksin: 299,- (Búgvandi gestir 189,-)
Børn 4-11 ár: 99,-
Børn 0-3 ár: ókeypis

Bílegg her á síðuni ella ring til okkum á 30 92 00.
 ff

Myndasavn

breakfast-03-1920×960
morgunmatur2-1920×960
morgunmatur4-1920×960
morgunmatur3-1920×960
breakfast-04-1920×960
breakfast-06-1920×960
breakfast-07-1920×960